USA vil hava eftirlitið útsett

Amerikanska stjórnin er ikki serliga hugtikin av, at Irak og ST eru vorðin samd um at taka vápnaeftirlitið uppaftur.

Sambært ST-samráðingarmanninum Hans Blix og iraksku samráðingarmonnunum kunnu teir fyrstu vápnaeftirlitsmenninir fara til Irak um einar fjúrtan dagar, men hetta er USA ikki serliga fegið um.

Tvørturímóti var amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, skjótur at gera vart við, at eftirlitsmenninir eiga ikki at fara til Irak enn.

-Vit hava ta áskoðan, at teir eiga ikki at fara til Irak, so leingi tær gomlu ST-samtyktirnar og tann gamla eftirlitsskipanin eru galdandi. Tí eiga teir at bíða, til teir fáa nýggj boð í einari nýggjari samtykt í trygdarráðnum. Eg eri sannførdur um, at ST eigur at samtykkja nýggjar ásetingar og treytir, sum skulu hava við sær, at vit ikki koma aftur í somu støðu um eitt ár, segði amerikanski uttanríkisráðharrin.

USA og Bretland hava lagt eitt uppskot um eina nýggja samtykt fyri hinar føstu limirnar í trygdarráðnum, sum eru Kina, Russland og Frakland, men enn hevur eingin teirra viljað tikið undir við uppskotinum, tí tað setur Irak alt ov harðar treytir, halda tey.

Sambært tíðindastovuni Reuter fer amerikanska uppskotið at hava við sær, at kanningarnar hjá eftirlitsmonnunum skulu útsetast. Irak skal fyrst góðtaka treytirnar í samtyktini, og innan 30 dagar skal landið lata ST eitt fullkomið yvirlit yvir tær verkætlanir, sum viðvíkja kjarnorkuvápnum, biologiskum vápnum og kemiskum vápnum. Ikki fyrr enn ST hevur fingið hetta yvirlitið, kunnu vápnaeftirlitsmenninir fara til Irak. Skuldi tað hent, at Irak sýtir fyri at góðkenna treytirnar ella at lata ST yvirlitið yvir landsins vápnaverkætlanir, stendur tað øllum ST-limalondum frítt at fremja neyðug tiltøk fyri at endurreisa frið og trygd í økinum, stendur í amerikanska uppskotinum.

Irakska stjórnin hevur longu sagt, at hon góðtekur tær gomlu samtyktirnar hjá trygdarráðnum, men at hon fer ikki at góðtaka nýggjar og harðari treytir. Stjórnin hevur eisini gjørt greitt, at samráðingarnar í Wien um at taka vápnaeftirlitið uppaftur vóru grundaðar á, at tær gomlu samtyktirnar verða verandi í gildi.


Forsetaborgirnar

Ein trupulleiki, sum stendur eftir, eru tær átta forsetaborgirnar hjá Saddam Hussein. Amerikanarar hava kravt, at eftirlitsmenninir skulu sleppa at kanna borgirnar, men tí hevur irakska stjórnin víst aftur. Leiðarin á eftirlitsmonnunum, Hans Blix, segði aftan á samráðingarnar í Wien, at har høvdu teir als ikki tosað um borgirnar. Hans Blix vísti tó á, at í 1998 gjørdi ST-aðalskrivarin Kofi Annan eina avtalu við irakar um tær átta borgirnar, og at eftirlitið har verður skipað eftir teirri avtaluni.

Franska stjórnin sigur, at hon umhugsar at leggja eitt neyðsemjuuppskot fyri trygdarráðið. Jacques Chirac, forseti hevur sagt, at Frakland er ikki hugað fyri at taka undir við uppskotinum hjá amerikanarum og bretum. Í Moskva hevur Vladimir Putin, forseti sagt, at Russland fer ikki at geva USA standandi loyvi til at leypa á Irak, og kinesiska stjórnin hevur somu støðu.