USA vil halda Kina burtur úr Grønlandi

Amerikanarar stúra fyri, at áhugin hjá kinesarum fyri flogvallarbygging í Grønaldi hevur okkurt við verjupolitikk at gera

Amerikanarar stúra fyri, at áhugin hjá kinesarum fyri flogvallarbygging í Grønaldi hevur okkurt við verjupolitikk at gera

 

Kinesiski áhugin fyri at byggja flogvallir í Grønlandi órógvar USA, sum heldur at Kina brúkar byggingina sum ein lið í verjupolitikkinum.

 

Tað skrivar Politiken.

 

Danska stjórin hevur harafturímóti ikki teir stóru trupulleikarnir av at gera kinesiskum virkjum møguleikan at standa fyri sjálvari byggingini av flogvøllinum.

 

USA heldur, at kinesarar vilja brúka byggingina til at standa seg betri hernaðarliga.

 

Tað sigur amerikanski varaverjumálaráðharrin, Katie Wheelbarger.

 

– Tann hátturin, kinesarar brúka fíggjarligar íløgur at fóta sær hernaðarliga aðrastaðni gáa vit væl um.

 

– Tað er ørkymlandi, at tað er orsøkin til, at Kina hevur fyrstu raðfesting í amerikanska verjupolitikkinum, sigur hon við Politiken.

 

Hon mælir beinleiðis dønum til at halda kineastunum burtur.

 

Danski verjumálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen er ikki samdur.

 

– Okkara fatan er eitt sindur meira fjølbroytt. Um tað snýr seg um, at teir fáa sáttmálan at byggja lendingarbreytirnar, hava vit ikki teir stóru trupulleikarnar við tí.

 

– Tað er heldur, um tað snýr seg um raksturin av teimum. Ella um tað verður so, at Grønlandi ikki fer at kunna liva upp til fíggjarligu treytirnar, sum kundu verið, sigur hann við Politiken.

 

Danska sjtórnin segði í september, at hon er klár við 700 milliónum krónum.

 

Pengarnir skulu vera við til at gjalda menning av teimum báðum flogvøllunum í Nuuk og Ilulissat.

 

Tað elvdi til stóra kreppu í grønlendskum politikki. Stjórnarflokkurin Partii Naleraq fór úr landstýrinum, tí tey vildu ikki hava danska fígging.

 

Fyrst í oktober skrivaði nýggja samgongan og stuðulsflokkurin Demokratarnir undir eina avtalu um at skapa karmarnar fyri nýggjum flogvøllum í Grønlandi.

 

Tey vilja harumframt virka fyri, at tað seinni í ár verður gjørd ein avtala, sum góðkennir danska fígging.

 

/ritzau/