USA herðir nú stríðið við Kina og setir í gildi toll upp á 10 prosent á kinverkar vørur fyri 200 millardir dollarar.
Nýggju tollreglurnar koma í gildi 24. september.
Harvið hevur Donald Trump, forseti, ikki latið við seg komið allar ávaringarnar ímóti at víðka tollstríðið við Kina.
Forsetin sigur, at Kina hevur noktað at broyta landsins órættvísa handilspolitikk, sum hevur rakt amerikanska landbúnaðin og ídnaðin.
– Vit hava í fleiri mánaðir heitt á Kina um at broyta hesar órættvísu vanar og geva amerikonskum virkjum eina rættvísa viðgerð, sigur forsetin í eini fráboðan.
Í sama viðfangi ávarar forsetin Kina ímóti at hevna seg við nýggjum tollsatsum.
Um Kina til dømis setir í gildi nýggjar tollforðingar ímóti amerikanskum landbúnaði og ídnaði, so fer USA »beinanvegin at halda fram við fasu trý, sum eru tollsatsir upp á umleið 267 millardir dollarar eyka«.
– Eg vóni, at eg sjálvur og kinverki forsetin, Xi, sum eg havi stóra respekt fyri, fara at loysa hesa handilsstøðu sum skjótast, sigur Donald Trump.
Nýggju tollsatsirnir merkja sambært AFP tíðindastovuni, at frá 24. september verður ein tollmúrur kring helmingin av teimum vørum, sum USA innflytir úr Kina.
Satsurin upp á tíggju prosent verður galdani restina av árinum hækkar til 25 prosent 1. januar.
USA setti fyrr í ár í gildi 25 prosent toll á kinverkan innflutning fyri 50 milliardir dollarar. Kina svaraði aftur straks við at seta sama sats á tilsvarandi vørur úr Amerika.
Og kinverka stjórnin er eftir øllum at døma klár at hevna síðsta álopið í tollkrígnum.
– Um USA setir í gildi nýggjar tollsatsir, so fer Kina at seta móttiltøk í verk fyri at tryggja okkara rættindi og áhugamál, segði Geng Shuang, talsmaður fyri kinverka uttanríkisráðið, áðrenn nýggjastu boðini frá Trump.
Donald Trump hevur fleiri ferðir ákært Kina fyri at hava ringt stev í samhandlinum millum tveir teir størstu búskapirnar í heiminum. Hinvegin leggja kinverjar USA undir at renna frá lyftum, sum eru givin undir handilssamráðingum.
/ritzau/AFP










