USA verður sterkari aftan á kreppuna

Barrack Obama, forseti, helt í nátt sína fyrstu røðu í Kongressini um støðuna hjá tjóðini Í røðuni segði Obama millum annað, at tann næsta fíggjarlógin verður merkt av íløgum á trimum økjum, sum eru altavgerandi fyri búskapin í framtíðini - orku, heilsuverk og útbúgving.

Hann vissaði áhoyrararnar um, at USA fer at sleppa burtur úr teimum búskaparligu trupulleikunum, og at landið verður sterkari tá enn frammanundan. Hann segði, at tey næstu fýra árini fer hansara stjórn at skarva helvtina av hallinum hjá tí almenna.

Barrack Obama kom eisini við einum lyfti um størri gjøgnumskygni, tá tað snýr seg um at fíggja krígsførsluna í Irak og Afghanistan.