Franska reiðaríið og fronsku myndugleikarnir tykjast rættiliga sannførdir um, at tað var ein yvirgangsatsókn, sum var orsøkin til ta ógvusligu spreingingina umborð á franska tangaskipinum "Limburg" úti fyri strondini í Jemen leygarmorgunin.
Báðir partar halda seg til frágreiðingina hjá skiparanum, Hubert Ardillion. Hann hevur greitt frá, at hann sá eitt lítið fiskifar koma ímóti tangaskipinum stutt undan spreingingini. Tá fiskifarið bar við tangaskipið, var ein ógvuliga sterk spreinging, og skiparin sigur seg vera sannførdan um, at tað var spreingievni umborð á fiskifarinum, sum var orsøkin til spreingingina.
Spreingingin var so sterk, at fleiri plátur á tangaskipinum skrædnaðu. Eldur kom í alt fyri eitt, og roykurin var nógvur. Gjáramorgunin varð sagt, at nógvur sjógvur var komin í skipið.
"Limburg", sum er tvey ára gamalt, hevur dupultan skrokk, og skipið hevur 397.000 tunnur av ráolju í tangunum.
Amerikansku myndugleikarnir siga, at teir ávaraðu um vandan fyri atsóknum ímóti oljutangaskipum fyri einum mánað síðani, og at vandin var serliga stórur úti fyri strondini í Jemen. Amerikanarar hava leingi lagt Jemen undir at hýsa víðgongdum islamskum yvirgangsmonnum, og tað hevur havt við sær, at umleið hundrað limir í felagsskapinum al-Qaeda eru tiknir har í seinastuni.
Eygleiðarar siga, at var spreingingin umborð á "Limburg" veruliga ein yvirgangsatsókn, kann tilburðurin fáa álvarssamar avleiðingar fyri Jemen, tí tað fer uttan iva at fáa útlendskar íleggjarar til at taka seg úr landinum.










