Fyrrverandi formaðurin hjá ST-vápnaeftirlitsmonnunum í Irak, sviin Hans Blix, sigur, at iraksku myndugleikarnir vóru júst farnir at samstarva við vápnaeftirlitsmenninar, tá USA leyp á landið.
- Amerikanska stjórin gjørdist ótolin, tá irakar veruliga byrjaðu at samstarva, sigur Hans Blix í samrøðu við spanska blaðið El Pais.
Hann sigur, at ta seinastu tíðina undan amerikanska álopinum lótu iraksku myndugleikarnir vápnaeftirlitsmonnunum týðandi upplýsingar. Eitt nú fingu vit nøvnini á serfrøðingunum, sum vóru við til at beina fyri hópoyðingarvápnum í 1991, sigur Blix við blaðið.










