USA umhugsar at nýta kjarnorkuvápn

Vanligar bumbur og rakettir megna ikki at oyðileggja møguligar irakskar støðir undir jørð, og tí umhugsa amerikanarar at nýta smáar kjarnorkubumbur í einum møguligum kríggi við Irak

Tað mangan álítandi blaðið Los Angeles Times skrivaði í gjár, at amerikanska herleiðslan umhugsar at nýta kjarnorkuvápn í einum møguligum kríggi við Irak. Kjarnorkubumburnar skulu nýtast til at oyðileggja hernaðarligar støðir undir jørð og møguligar goymslur við hópoyðingarvápnum, sum irakar kanska eisini hava bygt undir jørð, skrivar blaðið.
Serligi hernaðartíðindamaðurin hjá Los Angeles Times sigur seg hava tíðindini frá keldum í amerikansku verjuleiðsluni og skjølum, sum hevur sæð. Verjumálaráðið Pentagon hevur svarað, at USA nú sum fyrr tilskilar sær óavmarkaðan rætt til at verja seg og síni sameindu.
Seinastu tvey árini hevur amerikanska herleiðslan umhugsað at nýta smáar kjarnorkubumbur ímóti málum undir jørð. Longu undir krígnum í Afghanistan kunnaði Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri kongressina um, at tað kundi gerast neyðugt, tí tað er ein sannroynd, at amerikanska hermegin hevur havt trupulleikar við at oyðileggja støðir, sum fíggindin hevur undir jørð.

Lærdu av Kosovo
Eitt dømi um hetta var í Kosovo í 1999. Tá hildu amerikanararnir, at teirra B2-bumbuflogfør høvdu oyðilagt øll tey serbisku flogførini í Pristina longu ta fyrstu bumbunáttina. Tá vápnahvíld fekst í lag, vísti tað seg, at serbarnir høvdu nógv MIG-flogfør standandi inni í einum fjalli.
Bæði í Irak og í Norðurkorea er ein stórur partur av hernaðarliga samskiftinum og vápnunum fjald undir jørð, og sambært einari frágreiðing, sum Pentagon gjørdi í 1991, eru umleið 10.000 slíkar støðir undir jørð ymsastaðni í heiminum, og 1400 teirra verða mettar av hava stóran hernaðarligan týdning, stóð í frágreiðingini.
Einasti háttur at oyðileggja slíkar støðir er at nýta smáar kjarnorkubumbur. Tá tosað verður um smáar kjarnorkubumbur, verður hugsað um bumbur, sum eru minni enn 5 kilotons. Til samanberingar kann nevnast, at tær báðar kjarnorkubumburnar, sum vórðu sleptar niður yvir Hiroshima og Nagasaki í 1945, vóru 15 kilotons hvør.

Vandamikil gongd
Seinastu árini hava amerikansku hernaðarmyndugleikarnir kannað, um tað ber til at nýta tær smáu kjarnorkubumburnar uttan at beina fyri fólki í túsundatali. Hernaðartíðindamaðurin hjá Los Angeles Times skrivar, at tað er møgulit at nýta bumburnar í Irak. Hann vísir á, at tær smáu kjarnorkubumburnar kunnu nýtast til at beina fyri hópoyðingarvápnum, eins og tær kunnu nýtast til at oyðileggja herstøðir av ymsum slagi undir jørð.
Í tí seinna førinum umhugsar amerikanska herleiðslan at nýta bumburnar longu í byrjanini av einum møguligum kríggi við Irak til tess at leggja iraksku hermegina lamna.
- Verður hetta gjørt, er tað ein nýggj gongd innan krígsførslu, og tá verður gáttin til kjarnorkuvápnanýtslu munandi lægri, enn hon hevur verið. Og tað kann vera vandamikið, skrivar Los Angeles Times.