Eitt amerikanskt konsulat í Nuuk fer sambært tíðindastovuni AP at lata upp næsta ár, og tað er ein reaktión upp á minkandi amerikanska ávirkan í Grønlandi í fleiri ár.
Tað heldur Jon Rahbek-Clemmensen, sum er lektari á Verjuakademinum og granskar í millum annað Arktis og grønlendskum politikki.
– USA skilir væl at teirra støða í Grønlandi er viknað seinastu tíggju árini.
– Bæði tí, at Russlandi hevur bygt upp hernligar støðir í sínum parti av arktiska økinum, men eisini tí, at kinesisk feløg hava ynskt at gjørt íløgur í Grønlandi. Og tað órógvar USA, sigur hann.
Amerikanarar eru bangnir fyri, at stórar kinesiskar íløgur í Grønlandi fara at geva kinesarum størri ávirkan í landinum. Og tá USA vil byggja út sína hernaðarstøðu í Grønlandi, so passar tað illa.
Tí hevur USA verið á sjarmuoffensivi seinasta ári og boðaði frá í mai, at tey ynsktu at endurstovna eina fasta umboðan í Grønlandi.
Tað sær nú út til at verða gjørt sum eitt konsulat.
– Sjarmuoffensivurin viðvíkjandi Grønlandi sæst millum annað við ynskinuum um at gera íløgur í flogvøllir í Grønlandi, og at tey hava latið uppaftur »joint committee«. Har verður kjakast um, hvussu Grønlandi kann fáa meira burtur úr viðurskiftunum við USA, sigur Jon Rahbek-Clemmensen.
Men fleiri íløgur vóna amerikanarar at kunna trýsta kinesararnar út, og so vilja teir hinvegin sleppa at seta upp nógv hernaðarligt ísinkram í Grønlandi.
– Amerikanararnir vilja fegnir byggja loftverju uppi við Thulestøðina. Men ein partur av loftverjuni snýr seg um, at amerikanarar skulu hava møguleika fyri at senda stríðsflogfor í luftina.
– Og tað er trupulleikin hjá amerikanarunum, at grønlendingar fegnir vilja lata flogvøllin í Kangerlussuaq aftur. Hann er tann einasti, har tað ber til at lenda við stríðsflogførum. Men grønlendingar vilja heldur byggja flogvøllir, har grønlendingar búgva, sigur John Rahbek-Clemmensen.
Uttanríkisráðið hevur ikki vilja váttað ynskið hjá amerikanarunum um at stovna konsulátið næsta ár.
Í mai váttaði ráðið tó, at tað var samskifti við amerikanarar um at økja tilveruna hjá USA í Grønlandi.
/ritzau/