Amerikanski tjóðbankin, Federal Reserve, fer at keypa virðisbrøv við veð í fastari ogn fyri 40 milliardir dollarar ella 230 milliardir krónur um mánaðin fyri at seta meiri ferð á amerikanska búskapin.
Tað er ikki greitt, hvussu leingi bankin fer at keypa virðisbrøv, men í einari fráboðan frá bankanum í gjárkvøldið stóð, at tilboðið stendur við, til tað eru týðilig tekin um, at tað koma fleiri nýggj arbeiðspláss.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Federal Reserve roynir at hjálpa amerikanska búskapinum við at keypa virðisbrøv.