USA skal leggja størri dent á at bora eftir olju í Alaska og í Meksikoflógva. Tað kunngjørdi Barack Obama, forseti, í dag. Sambært forsetanum skal størri oljuvinna vera við til at skunda undir amerikanska búskapin.
-Tað finnast ongar lættar loysnir fyri at loysa trupulleikarnar í búskapinum, men vit kunnu taka nøkur skilagóð stig, segði Obama í teirri vikuligu útvarpsrøðuni í dag.
Barack Obama hevur fyrr talað og virkað fyri, at amerikanararnir skulu brúka minni olju og heldur leggja dent á varandi orku. Republikanska andstøðan hevur harafturímóti talað fyri at økja olju- og gassframleiðsluna, og í dag snaraði forsetin so á tann bógvin.