Roknað verður við, at USA fer at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi eftir pástand um russiska uppíblandan í forsetavalið í 2020.
Tað siga ónevndar keldur frá amerikonsku umsitingini við CNN.
Boðini koma, eftir at ein fregnarfrágreiðing, sum varð leysgivin í gjár, er komin til ta niðurstøðu, at russiski forsetin, Vladimir Putin, kendi til og sannlíkt gav boð um roynd at ávirka valið til fyrimunar fyri fyrrverandi forsetan Donald Trump.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Sambært frágreiðingini royndi hvørki Russland ella aðrir útlendskir aktørar tó at broyta tøkniligu síðuna í valtilgongdini, so sum veljaraskrásetingar, atkvøðugreiðslu, uppteljing ella boð um valúrslit.
Hinvegin royndi Russland eftir øllum at døma at stimbra møguleikarnar hjá Trump at verða afturvaldur »við misvísandi og ódokumentraðum pástandum ímóti demokratiska avbjóðaranum, Joe Biden.
/ritzau/










