USA hevur sent eitt lið av herflotamonnum til Libya at verja teir amerikanararnar, sum arbeiða á landsins umboðsstovum har. Samstundis hevur USA biðið ta libysku stjórnina styrkja vaktarhaldið við tey amerikonsku áhuganálini í Libya.
Barack Obama, forseti, segði í dag, at USA hevur hert trygdartiltøkini kring landsins diplomatisku stovnar og teirra starvsfólk kring heimin, eftir at amerikanski sendiharrin í Libya, Christopher Stevens, og trý starvsfólk hjá sendistovuni doyðu í einum álopið á konsulátið í Benghazi í gjárkvøldið.
Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, segði seinnapartin, at USA fer at gera alt fyri at finna teir, sum framdu álopið í Benghazi, so teir kunnu standa til svars fyri gerð sína.










