Í dag verður upplýst úr Hvítu Húsunum, at samrøðurnar við Iran flyta seg rættan veg, sum tikið verður til.
- Sjálvt um Iran vísir seg øðrvísi úteftir, og hóast øll tey følsku tíðindini, halda samrøðurnar fram, og tær ganga væl.
Tað sigur tíðindatalskvinnan í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.
Sambært talskvinnuni er Iran gingið við til einstøk punkt í samráðingunum.
Kortini vænta myndugleikarnir í USA, at kríggið móti Iran helst fer at vara einar 4-6 vikur aftrat.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur signallerað, at hann ynskir, at arabisku londini verða við til at bera kostnaðin av krígnum.











