USA og Russland færri kjarnorkuvápn

Barack Obama og Dmitrij Medvedev samdust í dag um at skerja kjarnorkuvápnagoymslurnar. Obama væntar eisini semju um rakettverjuskjøldurin Í einari felags fráboðan aftan á samráðingarnar í Moskva í dag skrivaðu teir báðir forsetarnir, at tey næstu sjey árini fara londini at skerja sínar kjarnorkuvápnagoymslur, so tey fara at hava millum 1.500 og 1.675 løðingar eftir.

Tann seinasta metingin sigur, at USA fyrst í hesum árinum hevði USA umleið 2.200 kjarnorkuløðingar, og at Russland hevði umleið 2.790.

Barack Obama segði í dag, at hann hevur góðar vónir um, at USA og Russland kunnu samansjóða síni sjónarmið um tann umstrídda rakettverjuskjøldurin.