USA og Kanada kanna havbotnin

USA og Kanada hava sent tveir ísbrótarar norður í Pólhavið at kanna og at skráseta botnviðurskiftini har. Kanningarnar vara fimm vikur, og úrslitið er avgerandi fyri, hvussu stór og hvørji øki kunnu fáa týdning sum olju- og gassleiðir.

Talan er um eina felags kanning. Amerikanarin Jonathan Childs, sum stendur á odda fyri kanningunum, sigur við Reuters, at kanningarnar hava einki við spurningin um ræðisrættindi í Pólhavinum at gera. Tað er ein diplomatisk og ikki ein vísindalig avgerð, sigur hann.

Russar hava eisini sent fólk og skip norður í Pólhavið at gera kanningar.

Londini kring Norðpólin samdust í 2008 um at lata ST gera av, hvørjar leiðir tey einstøku londini hava rætt til.