Í dag hittast USA og Iran í Róm at viðgera kjarnorkuætlanina hjá Iran, og iranskt ríkissjónvarp veit at siga, at samrøðurnar millum partarnar eru í gongd.
Fundurin í dag er framhald av einum fyrireikandi fundi í høvuðsstaðnum í Oman, Muskat, síðsta leygardag.
Báðir partar siga, at fundirnir hava verið konstruktivir.
Tað er serligi miðeysturssendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, sum stendur á odda fyri amerikansku sendinevndini.
Á odda fyri iransku sendinevndini er iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi. Báðir hava teir nýliga verið í Russlandi og vitjað Vladimir Putin, forseta.