USA mist tolið við Norðurkorea

Á einum tíðindafundi í gjár hvesti Barack Obama, forseti, orðalagið um Norðurkorea Á tíðindafundinum, sum hann helt saman við franska forsetanum, Nicolas Sarkozy, segði Obama, at higartil hevur umheimurin verið alt ov lagaligur mótveggis Norðurkorea.

-Tað tykist, sum at umheimurin hevur samsýnt Norðurkorea, hvørja ferð landið hevur brotið altjóða reglur, segði amerikanski forsetin.

Í síðsta mánað framdi Norðurkorea eina kjarnorkuroyndarspreinging og tvær rakettir hóast mótmæli úr fleiri londum og frá ST.