USA má arbeiða saman við umheiminum

Forsætisráðharrarnir í Danmark og Noregi halda, at USA eigur at leggja størri dent á altjóða samstarv í komandi forsetaskeiði

Teir hava ikki viljað gjørt viðmerkingar til, hvør eftir teira tykki átti at vinna amerikanska forsetavalið, men nú valið hevur verið, siga Anders Fogh Rasmus-sen og Kjell Magne Bonde-vik, at í næsta forsetaskeiðinum má USA leggja størri dent á at samstarva við umheimin.
? Vit hava brúk fyri einum USA, sum arbeiðir meiri saman við sínum sameindu, sama hvør at enda vinnur valið, segði danski forsætisráðharrin við TV2 í gjár.
Eisini norski forsætisráðharrin vónar, at USA fer at reka ein øðrvísi uttanríkispolitikk tey næstu fýra árini.
? Vit hava fingið ein spenning ímillum Evropa og USA, meðan Bush hevur verið forseti. Verður hann afturvaldur, vóni eg, at hann fer at byggja brýr, og at hann fer at økja samstarvið við altjóða felags-skapir, segði Kjell Magne Bondevik við tíðindastovuna NTB.
? Vinnur Bush, nýtist honum ikki at hugsa um at verða afturvaldur eina ferð afturat, og tað kann gera, at hansara politikkur verður øðrvísi nú, legði norski forsætisráðharrin afturat.