Nógvastaðni í USA varð øll kirkjugongd avlýst í gjár, og fleiri milliónir amerikanarar sótu fastir í kavanum, tá teir skuldu av húsum at halda jól. Amerikonsku myndugleikarnir siga, at minst 19 fólk eru deyð í illveðrinum, men sambært veðurmonnunum fer veðrið at batna út í morgin.
Veðurmenninir hava ávarað um kavarok líka úr North Dakota til Texas. Samstundis verður boðað frá meldurhvirlum har suðuri í landinum, og at tær kunnu elva til vatnflóð.