USA lagt ætlanir um at bumba kjarnorkuna í Iran

Herfyri nevndi ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, at tað er ikki óhugsandi, at ísraelsk flogfør fara at bumba kjarnorkuútbúnaðin í Iran. Eygleiðarar eru á einum máli um, at eitt tílíkt álop hevði fest eld á Miðeystur og hevði fingið ovurstórar og heimsumfatandi avleiðingar.

Tí roynir amerikanska stjórnin handan tjaldið at sannføra ísraelsmenn um, at kemur Iran ov langt við sínum kjarnorkuætlanum, skal USA taka sær av trupulleikanum. Tað siga vælvitandi keldur, sum tó ikki duga at siga, nær Iran er komið so langt, at USA kennir seg noytt til at leypa á.

Men politiska tíðindasíðan The Daily Beast hevur nú spurt núverandi og fyrrverandi embætismenn í amerikonsku umsitingini um málið. Niðurstøðan er, at USA fer bat bumba iranska kjarnorkuútbúnaðin, um Iran tveitir allar eftirlitsmenninar hjá IAEA av landinum, um landið fer at gera uran, sum kann brúkast til eina kjarnorkubumbu, og um landið ger ávísar útbyggingar á kjarnorkuverkinum í Qom.