USA: Í lagi at avrætta fólk við innspræning

Amerikanski hægstirættur vil ikki banna myndugleikunum at avrætta deyðadømdar fangar við innspræning Við sjey atkvøðum ímóti tveimum havnaði hægstirættur í gjár einari kæru frá tveimum deyðadømdum fangum í statinum Kentucky.

Teir báðir fangarnir vildu vera við, at tað er í stríð við amerikonsku grundlógina at avrætta fólk við sproytu, men hesum tók hægstirættur ikki undir við.

Trý ymisk evni verða brúkt, tá fangar verða avrættaðir við innspræning, og hesin avrættingarhátturin er tann mest brúkti í USA tey seinastu 30 árini.