USA klárar eitt kríggj afturat

Amerikanski herurin kann vinna øll kríggj, sigur verjuovastin.


Hóast USA er í kríggi í Irak og Afghanistan, forðar tað ikki fyri, at landið eisini kann klára eitt kríggj afturat, sigur Peter Pace, verjuovasti. Hansara støða er greið:

-USA kann vinna eitt kríggj afturat, sama nær og hvar, sigur hann og leggur afturat, at amerikanska hermegin er so stór, at hon er før fyri at átaka sær eitt kríggj afturat í morgin, um tað skal vera.

Generalurin avsannar sostatt gitingar um, at USA kann einki gera við eitt nú Norðurkorea, so leingi amerikanski herurin hevur so nógv herfólk í Irak og Afghanistan. Hinvegin ásannar Peter Pace, at skuldi USA verið noytt upp í eitt kríggj afturat nú, hevði hetta kríggið uttan iva kravt fleiri sivil mannalív enn hini bæði, tí tær flestu fregnartænastukreftirnar verða brúktar aðrastaðni.

-Men tað er eingin ivi um, hvør hevði vunnið, leggur Peter Pace afturat.