Heldur óvæntað hevur amerikanska herleiðslan gjørt sáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna EADS um nøkur brennievnisflogfør til amerikanska flogvápnið. EADS-verksmiðjan er serliga kend fyri síni ferðamannaflogfør av slagnum Airbus. Í hesum førinum er talan um flogfør, sum skulu lata øðrum flogførum brennievni, meðan tey eru á flogi. Vanliga keypir amerikanska hermegin flogfør frá amerikonsku verksmiðjuni Boeing, og eygleiðarar siga, at tann nýggi sáttmálin er eitt álvarssamt bakkast fyri Boeing. Eftir sáttmálanum skal evropeiska verksmiðjan byggja amerikanska flogvápninum 179 brennievnisflogfør.









