USA kann koppseta tey fyrstu í desember

Fyrstu amerikanararnir kunnu kanska verða koppsettir ímóti koronuvirus longu 11. desember.

 

Tað sigur Moncef Slaoui, sum stendur á odda fyri amerikonsku royndunum at menna eitt koronukoppingarevni, við sjónvarpsstøðina CNN.

Um eitt koppingarevni verður góðkent, er ætlanin at fáa tað út innan 24 tímar, leggur hann afturat.

Heilivágsfelagið Pfizer sendi fríggjadagin umsókn til amerikanska heiligvágsstýrið, FDA, um at fáa skundgóðkent tað koronakoppingarevnið, sum Pfizer hevur ment saman við týska felagnum Biontech.

Tað er væntandi, at tað í fyrstu syftu verður serliga útsettir bólkar, sum fáa tilboð um koppseting. Tað snýr seg um heilsustarvsfólk.

/ritzau/