Hetta vísa fesk tøl frá amerikonsku stjórnini sambært CBS News.
Umleið 47.000 ukrainar eru komnir til USA við visum, 22.000 sluppu inn gjøgnum sunnara markið við Mexico, og sløk 30.000 eru komin til landið gjøgnum privatar skipanir.
Nógv tey flestu ukrainsku flóttafólkini eru tó staðsett í Evropa, har umleið fimm milliónir eru flýggjað til Pólland.
Síðan kríggið brast á eru slakir 10 milliónir ukrainar flýggjaðir úr heimlandinum, men mett verður at umleið fýra milliónir eru vendir heimaftur.











