USA hevur fleiri milliónir skamtar á goymslu sum ES tørvar

USA hevur ikki góðkent koppingarevnið frá AstraZeneca, men hevur fleiri milliónir skamtar á goymslu. ES sleppur ikki at læna.

 

USA hevur fleiri milliónir skamtar av koppingarevni frá AstraZeneca á goymslu, hóast koppingarevnið ikki verður góðkent enn á sinni.

Tað hevur fingið svenskt-bretska felagið at spyrja stjórnina í Washington, um tey ikki kundu lænt hesar skamtar til ES, sum langt í frá hevur fingið teir skamtar, sum teimum varð lovað.

Nei, er stutta svarið úr USA sambært New York Times.

Men fleiri samveldismyndugleikar hava biðið stjórnina um í næstu viku at broyta avgerðina. Tey vísa á, at tað er stórur tørvur á koppingarevni í ES, Brasila og øðrum londum.

– Vit skilja tað soleiðis, at onnur lond hava spurt amerikonsku stjórnina um skamtar frá AstraZeneca, og vit hava biðið amerikonsku stjórnina um gjølla at umhugsa hesa áheitan, sigur ein talsmaður fyri AstraZeneca.

Talan er um fleiri milliónir skamtar, sum liggja á goymslu.

Á verksmiðjuni hjá AstraZeneca í Ohio standa longu 30 milliónir skamtir av koppingarevninum klárir í gløsum. BioSolution í statinum Maryland framleiða koppingarevni fyri AstraZeneca. Har eru framleidd eitt tvísiffrað milliónatal av koppingarevninum, sum liggur á goymslu uttan at verða nýtt.

Joe Biden, forseti, er sambært New York Times kroystur til at liva upp til lyftið sítt um, at øll vaksin í USA skulu verða koppsett áðrenn maimánaður er liðin.

Tað kann vera orsøkin til, at stjórnin drálar við at lata koppingarevnið av hondum til lond, sum longu hava góðkent koppingarevnið frá AstraZeneca.

/ritzau/