USA fyrireikar seg at koppseta 5-11 ára gomul

Næstu tvær vikurnar verður gjørt av, um 5-11 ára gomul í USA skulu fáa í boði koronukoppseting. USA hevur ætlan klára

Um amerikonsku heilsumyndugleikarnir loyva at koppseta børn í aldrinum 5-11 ár móti koronu, so er USA til reiðar at fara undir hesa koppseting.

 

Soleiðis ljóðar í boðum á heimasíðuni hjá Hvítu Húsunum í dag.

 

Koppingarframleiðarin Pfizer søkti í oktober um at fáa góðkent sítt koppingarevni til børn millum 5 og 11 ár.

 

Næstu tvær vikurnar fer umsóknin at verða mett av tveimum serfrøðingabólkum.

 

– Ætlan okkara merkir, at vit vilja vera til reiðar at koppseta dagin eftir at síðsta góðkenningin er komin frá CDC, stendur í boðunum.

 

CDC er amerikanska miðstøðin fyri sjúkfyribyrging. Tað er haðani, at serfrøðingar skulu vera við til at gera av, um eisini 5-11 ára gomul skulu fáa koppingarevni frá Pfizer.

 

Um loyvi verður givið, fara einar 28 milliónir børn í aldrinum 5-11 ár at fáa í boði koppseting ímóti koronu.

 

/ritzau/