Tonik kunnger nú, at Steve Rader, stovnari og CEO í Crowd Resources Consulting LLC, og við drúgvum royndum frá NASA, verður ein av røðarunum á Tonik 2026.
Steve Rader hevur arbeitt á NASA’s Johnson Space Center í 36 ár og hevur verið ein av teimum fremstu innan open innovation og crowdsourcing-tilgongdum í NASA. Hann hevur m.a. verið Program Manager fyri NASA’s Center of Excellence for Collaborative Innovation (CoECI), sum arbeiðir við at taka í nýtslu challenge- og prize-baseraðar arbeiðshættir til at loysa trupulleikar, bæði í NASA og tvørtur um amerikanska almenna geiran.
Á Tonik fer Steve Rader at halda fyrilesturin:
“NASA’s Approach to Innovation in an Age of Accelerating Change”
Í fyrilestrinum fer hann at greiða frá, hvussu NASA arbeiðir við nýhugsan, og hvussu skipað arbeiði við opnum kappingum og “crowd-based” tilgongdum kann hjálpa skipanum at finna nýggjar, munagóðar loysnir, eisini tá ið broytingar ganga skjótari enn áður. Steve Rader hevur sjálvur verið við til at menna og fremja yvir 100 ymiskar open innovation- og open talent-verkætlanir, og hann heldur javnan fyrilestrar um crowd-based challenges og framtíðina á arbeiðsmarknaðinum.
Umframt arbeiðið við open innovation hevur Steve Rader eisini drúgvar royndir úr breiða NASA-virkisøkinum. Hann hevur m.a. arbeitt í mission control, við flight software til Space Shuttle og International Space Station, við menning av command and control-skipanum til X-38, og hann hevur leitt arbeiðið við at áseta Command, Control, Communications & Information (C3I) arkitektur til Constellation Program. Steve Rader er útbúgvin maskinverkfrøðingur frá Rice University.
Tonik er ein altjóða ráðstevna, har tøkni, nýskapan og skapandi vinnur møtast, og fyrilesturin hjá Steve Rader gevur eitt sterkt altjóða íkast til skránna – við ítøkiligum royndum úr einum av heimsins mest framkomnu arbeiðsumhvørvum, tá ið tað snýr seg um at loysa fløktar trupulleikar og arbeiða skipað við nýhugsan.
Tonik 2026 verður í Tórshavn 8. mai. Meira kunning fæst á tonik.fo. Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Tilfeingis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK, og Klintra er høvuðsstuðul í 2026.











