USA bjóðar finningarløn fyri upplýsingar um leiðaran í Iran

USA bjóðar eina finningarløn upp á 10 milliónir dollarar - umleið 65,5 milliónir krónur - fyri upplýsingar um, hvar nýggi ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei, er.

Ahmad Al-Rubaye/AFP/Ritzau Scanpix

Tað boðar tíðindastovan AFP frá fríggjadagin.

Finningarlønin er eisini galdandi fyri upplýsingar um níggju onnur iransk embætisfólk. Teirra millum eru innanríkisráðharrin í landinum og fregnartænasturáðharrin.

Ongar myndir av Mojtaba Khamenei eru komnar út, síðani eitt ísraelskt álop í byrjanini av krígnum drap ein stóran part av familju hansara 28. februar. Millum tey deyðu vóru pápi og kona Khamenei.

Fyrsta útsøgn hansara kom hósdagin og varð lisin upp av einum sjónvarpsverti. Í fráboðanini sigur hann, at hann fer at halda strategiskt týdningarmikla Hormuzsundið stongt.

 

/Ritzau/

 

 

Ahmad Al-Rubaye/AFP/Ritzau Scanpix