USA fer á húsagang

Amerikanski búskapurin er so illa fyri, at hann megnar ikki at fóta sær aftur.

Búskapur

-Skulu politikararnir forða fyri, at amerikanski staturin fer á húsagang, mugu teir fremja fleiri og umfatandi tiltøk, skrivar Laurence Kotlikoff í einari grein í einum amerikonskum bankablaði. Kotlikoff er professari í búskapi og starvast á lærda háskúlanum í Boston.

Hann vil vera við, at amerikanski búskapurin er so illa fyri, at USA er komið út á eggina. Eftir hansara tykki ber tað til at venda gongdini, men tað fer at krevja, at skatturin hækkar nógv, og at umleið tveir triðingar verða skarvaðir av vælferðarútreiðslunum.

Laurence Kotlikoff sigur, at USA er ikki ført fyri at fíggja komandi ættarlið. Herfyri kunngjørdi Bush-stjórnin, at ætlanin er at skarva av hallinum á fíggjarlógini, so tað kemur niður á 2,3 prosent, men tað er eingin uggi í tí, skrivar professarin og vísir á, at hallið fer at veksa aftur í komandi árum, tá teir stóru árgangirnir frá árunum eftir seinna heimsbardaga verða pensjonistar.

Laurence Kurlikoff skrivar í greinini, at í orðsins sanna týdningi er USA longu farið á húsagang. Landið er mergsogið, insolvent, hevur næstan eingi ráevni eftir og er ikki ført fyri at gjalda sína skuld.