USA hevur givið Kina boð um, at landið er sera vónsvikið av, at kinesarar ikki handtóku og útflýggjaðu amerikanska avhopparan, Edward Snowden, tá hann var í Hong Kong.
Tað upplýsir Bill Burns frá amerikanska uttanríkisráðnum.
Hann hevur verið á einum tveir dagar drúgvum amerikanskum-kinesiskum fundi í Washington, har kinesiski ráðharrin, Yang Jiechi, eisini hevur verið við.
Kinesiski ráðharrin sigur, at myndugleikarnir í Hong Kong gjørdu eftir landsins lógum í Snowden-málinum, og at einki er hjá USA at koma eftir har.