USA er ført fyri at basa Norðurkorea

Amerikanskar og suðurkoreanskar herdeildir eru førar fyri at basa Norðurkorea, sjálvt um landið hevur kjarnorkuvápn, sigur ovasti amerikanski generalurin í Suðurkorea.

Korea

-Okkara egnu og tær suðurkoreonsku herdeildirnar eru førar fyri at forða øllum ágangi úr Norðurkorea, og er tað neyðugt, eru vit eisini førir fyri at basa landinum, sjálvt um tað kanska hevur kjarnorkuvápn.
Orðini eigur amerikanski generalurin Leon LaPonte, sum er ovasti fyri teimum amerikonsku herdeildunum í Suðurkorea. Sjálvur heldur hann, at norðurkoreanar hava minst tvær kjarnorkubumbur umframt eina munagóða rakettskipan, hvørs langtberandi rakettir eru førar fyri at raka mál í sjálvum USA.
Síðani í februar hevur norðurkoreanska stjórnin sýtt fyri at tingast við USA, Kina, Japan, Russland og Suðurkorea um landsins kjarnorkuútgerð, men seinastu tíðina hava tekin verið um, at stjórnin er sinnað at taka tingingarnar uppaftur, skrivar Reuters. Tað hevur sett tað diplomatiska virksemið í gongd, og so seint sum mánadagin var ein suðurkoreanskur ráðharri í Washington og tosaði við Dick Cheney, varaforseta um støðuna. Samstundis skrivaði russiska tíðindastovan Interfax frá norðurkoreonskum embætismonnum, at stjórnin í Pyongyang fyrireikar seg til at taka tingingarnar uppaftur.
Amerikanska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon hevur ongar ætlanir um at leypa á Norðurkorea, men amerikanararnir eru kortini fyrireikaðir. Tann 18. juli fer tann serligi lærdi háskúlin hjá amerikanska herinum at skipa fyri einari ráðstevnu, sum skal lýsa, hvat kann henda, um kríggj brestur á ímillum USA og Norðurkorea, skrivar Reuters úr Washington.