– USA er ein góður vinur at hava hjá føroyingum

Amerikanska sendikvinnan Carla Sands er farin av landinum aftaná nakrar dagar í Føroyum

Bæði Føroyar og USA kunnu fáa okkurt gott burturúr einum framtíðar samstarvi. Tað er boðskapurin hjá amerikansku sendikvinnuni, Carlu Sands, sum hevur vitjað í Føroyum í vikuni.

Men hvat fara lítlu Føroyar heilt ítøkiliga at fáa burtur úr samstarvinum við stóra USA eftir hennara tykki?

– Uttan iva eitt vinalag. Sum ikki er eitt ringt ting. USA er ein góður vinur at hava. Vit stríðast fyri tí góða í heiminum. Vit hava royndir, sum vit vilja deila við onnur lond. Tað veri seg burðardygga ferðavinnu, og tað kann eisini vera informatión, sum Føroyar vilja deila við okkum, eitt nú innan fyri fiskivinnuna, sigur Carla Sands í samrøðu við Sosialin.

Carla Sands hevur havt nakrar góðar dagar í Føroyum, har hon eitt nú hevur fundast við landsstýrismenn.

– USA er áhugað í at styrkja um sambandið við føroyska fólkið, tí tað er partur av danska kongaríkinum, og eg eri sendikvinna fyri kongaríkið og ikki bara Keypmannahavn. Tá eg bleiv sendikvinna í 2017 var eitt av málum mínum at vera til staðar í øllum trimum partum av ríkisfelagsskapinum. Eg haldi, at føroyska fólkið dugir at síggja, at vit hava havt meira samband við føroyska fólkið enn áður, sigur hon.

– Vit ætla at økja um samstarvið við vísind, handli, gransking og mentanarligum spurningum, sigur Carla Sands við Sosialin.