Fyri fyrstu ferð í eitt hálvt ár er talið um dagin av deyðun við koronusmittu oamn fyri 2000 í USA.
Í gjár skrásettu amerikansku heilsumyndugleikarnir kring landið tilsamans 2157 koronuandlát. Tað svarar til eitt andlát 40. hvørt sekund.
Sama samdøgrið eru skrásett 170.000 nýggir smittutilburðir. Serfrøðingar vænta eisini, at talið fer at hækka, tí nógvir amerikanarar ikki virða ráðini frá heilsumyndugleikunum um ikki at ferðast í sambandi við thanksgiving-hátíðina í morgin.
Sjúkrahús kring um í USA eru við at vera á tremur við koronusjúklingum. Til samans 87.000 fólk eru innløgd á amerikonskum sjúkrahúsum – tað higartil hægsta, síðani koronusmittan kom tillandið.
Anthony Fauci, sum er stjóri í stovninum fyri smittu í USA, biðjur amerikanarar »halda út eina løtu afturat« og framvegis bera masku, halda frástøðu, halda seg burtur frá mannamúgvum, serliga innandura.
– Gera vit tað, koma vit ígjøBC News.
Fauci og aðrir serfrøðingar óttast, at samkomur í sambandi við thanksgiving kunnu hava við sær uppo ímóti eini millión smittutilburðir.
Men teir vísa samstundis á, at tað er ljós í hinum endanum og sipa til koppingarevnið, sum kanska kemur á marknaðin longu í næsta mánaði.
Í besta føri kunnu 40 milliónir koppingarevni verða send út til amerikanarar innan nýggjár.
Komandi forsetin Joe Biden hevur sagt, at koronukreppan hevði hægstu raðfesting hjá sær. Hann væntast seinni í dag at koma við eini fráboðan um evnið.
Sitandi forsetin, Donald Trump, hevur ikki sagt nógv um koronustøðuna.
Hægsta talið av koronuandlátum, USA nakrantíð hevur skrásett í eitt samdøgur, var 2806. Tað var skrásett 14. apríl, vísir uppgerð, sum tíðindastovan Reuters hevur gjørt.
Nakrar keldur meta talið vera hægri. Tað er tí, at andlát frá døgunum frammanundan ikki vóru tald við í hagtølunum.
/ritzau/Reuters