USA byrjar afturtøku í 2011

Barack Obama, forseti, kunngjørdi í einari røðu í nátt, at USA sendir 30.000 hermenn afturat til Afghanistan. Eftir ætlanini verða allir hermenninir sendir avstað í 2010. Samstundis boðaði Obama frá, at USA fer undir at taka sínart hermenn úr Afghanistan, og at málið er, at teir fyrstu skulu fara haðani í juli í 2011.

Amerikanski herovastin í Afghanistan, generalurin Stanley McChrystal, er væl nø´gdur við avgerð forsetans at senda 30.000 hermenn afturat til Afghanistan.

Danski verjumálaráðharrin, Søren Gade, sum júst hevur verið í Afghanistan, sigur, at røðan hjá Obama var djørv. Hann leggur afturat, at Danmark fer ikki at senda fleiri hermenn til Afghanistan.