USA bjargað 13 iranskum gíslum

Menn av amerikanska herskipinum USS Kid hava fríað 13 iranar, sum hava verið gíslar hjá somaliskum sjórænarum í seks vikur. Í sama viðfangi vórðu 15 sjórænarar tiknir.

Amerikanski herflotin sigur, at iranska manningin var gíslar umborð á egnum skipi, og at sjórænararnir brúktu tað iranska skipið sum móðurskip.

Tilburðurin kemur, júst sum viðurskiftini millum USA og Iran eru sera spent.

Sky News skrivar, at teir somalisku sjórænararnir eru umborð á amerikanska flogberanum John C. Stennis. Júst hetta skipið hevur økt spenningin millum USA og Iran. Skipið fór úr Persaflógvanum tann 27. desember, men amerikanararnir siga, at tað skal aftur í flógvan. Iranar, at teir vilja ikki hava skipið ígjøgnum Hormuz-sundið, og teir hava sagt, at ávaringin verður ikki endurtikin.