USA biður amerikanarar í Hvítarusslandi um at fara av landinum

Vegna økta hernaðarliga virksemi hjá Russlandi við markið hjá Hvítarusslandi til Ukraina eiga amerikanarar fara burtur, verður sagt.

 

Russisk hernaðarvenjing (Russian Defence Ministry/Reuters/Ritzau Scanpix)

Amerikanska uttanríkisráðið biður amerikanskar ríkisborgarar í Hvítarusslandi um at fara av landinum alt fyri eitt.

Orsøkin er økt hernaðarligt virksemi við markið hjá Hvítarusslandi til Ukraina.

Tað upplýsir ráðið í nátt okkara tíð.

– Amerikanskir ríkisborgarar í Hvítarusslandi eiga at fara av landinum alt fyri eitt, skrivar ráðið í eini fráboðan á Facebooksíðu síni.

Boðini koma tvær vikur eftir, at USA bað familjurnar hjá amerikonsku stjórnarstarvsfólkum í Hvítarusslandi um at fara av landinum.

Samstundis ávaraði amerikanska uttanríkisráðið amerikanarar ímóti at fara til Hvítarusslands, sum er ein av tættastu sameindu Russlands.

– Vegna økt og í stóran mun óvanliga russiska hernaðarliga virksemi nærindis markinum til Ukraina eiga amerikanskir ríkisborgarar, sum eru í ella umhugsa at fara til Hvítarusslands, at verða varugir við, at ikki ber til at siga nakað um støðuna, skrivaði ráðið í einum dagførdum ferðaboðum 31. januar.

Í gjár segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, at USA stúrir fyri, at Russlandi kann leypa á Ukraina longu ein av komandi døgunum.

– Vit eru sera stúrin fyri , at Russland kann leypa á Ukraina longu í hesi vikuni, segði Blinken við fronsku sjónvarpsstøðina France 24 sambært tíðindastovuni dpa.

Fyrr í gjár segði Pentagon-talsmaðurin John Kirby við CNN, at russiski forsetin, Vladimir Putin, »økir talið av hermonnum við markið til Ukraina og Hvítarussland«.

– Tað er væl oman fyri 100.000, var niðurstøðan hjá Kirby.

Sambært Pentagon-talsmanninum arbeiðir USA framvegis út frá sannføringini um, at Putin enn ikki hevur tikið endaliga støðu til at gera innrás í Ukraina.

/ritzau/

 

##med2##

 

Russisk hernaðarvenjing (Russian Defence Ministry/Reuters/Ritzau Scanpix)