USA biðið Danmark um hjálp í stríðnum móti IS

USA hevur vent sær til Danmarkar og biðið um enn størri hernaðarliga hjálp til stríðið ímóti hernaðarligu rørsluni, Islamiskum Stati, stytt IS.

 

Tað váttar Uttanríkisráðið fyri donsku tíðindastovuni Ritzau.

 

Við Politiken sigur Kristian Jensen, uttanríkisráðharri, athann er við at kanna, hvussu Danmark møguliga kann hjálpa.

 

– Eg kann vátta, at stjórnin er í ferð við at kanna, hvørjir møguleikar hon hevur í mun til at økja hernaðarliga lutin í stríðinum ímóti Isil, sum felagsskapurin IS eisini verður nevndur.

 

– Og eg kann eisini vátta, at vit kanna fleiri møguleikar at hjálpa hernaðarliga, sigur hann við danska blaðið.