Amerikanski sendiharrin í Sýrialandi, Robert Ford, kom í dag aftur til Damaskus. USA hevur ikki havt sendiharra í sýriska høvuðsstaðnum síðani síðst í oktober, tá stjórnin í Washington bað Richard Ford koma heim til samráðingar, sum sagt varð.
Robert Ford bleiv boðsendur til Washington, eftir at hann hevði fingið fleiri hóttanir. Tað var kanska ikki so óvæntað, tí Ford hevur fleiri ferðir verið rættiliga opinskáraður, tá hann hevur sagt sína hugsan um tað, sum hendir í Sýrialandi.
USA hevur kortini ikki broytt sín politikk mótvegis stýrinum í Damaskus. Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, sigur, at USA mælir sýriska fólkinum, Bashar al-Assad, til at fara frá, so landið kann gerast eitt demokrati.