Allir vildu eiga barnið
Hesar 15 mió kr. vóru stóra umtaluevnið í samband við fíggjarlógarviðgerðina. Samgongulimir settu sum treyt, at peningurin skuldi játtast, fyri at taka undir við fíggjarlógini. Aðrir fóru at klandrast alment um, hvør teirra var pápi at sokallaða “grøna vakstrarpakkanum”, sum segðist vera eitt gjøgnumbrot av teimum stóru í føroyskum politikki.
Frá quatroeffekt til status quo
Endamálið var at væla um og bjálva almennar bygningar kring alt landið. Fyrsta árið fyri 15 mió. kr., og komandi árini fyri meira pening. Sagt varð eisini at ætlanin:
fór ikki at hava stórvegis umsiting við sær.
fór at skapa virksemi kring landið.
fór at minka um almennu oljunýtsluna.
fór at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.
Talan var sostatt um eina quatroeffektætlan (fýra-falds ætlan) jaliga vegin frá Løgtinginum.
Ætlanin hevur tó fingið eitt skot fyri bógvin og er helst vorðin ein status quo ætlan. Tí einki er hent í málinum síðan fíggjarlógin varð samtykt. Veturin stendur í durinum og einki oyra er nýtt til umvæling og bjálving. 818 t. kr. eru nýttar av játtanini, men tær eru farnar til umsiting og ráðgeving. Tað kom fram, tá Annika Olsen, landsstýriskvinna, svaraði einum munnligum fyrispurningi á Løgtingi.
Umstøður at skifta vindeygu og tøk gerast verri í myrkri og ringum veðri á vetrardegi. Tí mugu vónirnar sigast at vera lítlar og ongar fyri, at gongd kemur á verkætlanina í ár.
Landsstýriskvinnan í samráð
Trupulleikin er ikki bert galdandi í omanfyrinevnda dømi. Fleiri aðrar íløgujáttanir standa órørdar og farið er ikki undir verkætlnirnar, sum samtyktar eru.
Ein minni góð kensla at sita á Løgtingi og samtykkja verkætlanir og játta pening, tá útinnandi valdið kortini ikki fremur tað í verki, tíansheldur nýtir játtaða peningin.
Støðan er ikki haldbar. Vend má koma í.
Fegnist tí um, at Fíggjarnevndin nú hevur tikið støðu til at kalla landsstýriskvinnuna í innlendismálum, Anniku Olsen, í samráð, at viðgera spurningin.