Urtagarðurin er balsam fyri likam og sál

Tá ið Dan Reinert Petersen í 1984 fór undir at gera urtagarð í Fuglafirði, vóru fáir vakrir urtagarðar í bygdini. Men Urtagarðsfelagið, kappingin um vakrasta urtagarð og vetrarfriðingin hava havt við sær, at alt fleiri fáa sær urtagarðin sum ítriv

Vit eru á vitjan hjá Dan Reinert Petersen í Fløtugerð, ovast uppi í Fuglafirði. Henda dagin er lýtt, logn, og sólin er við at kaga fram.

Uttan um húsini er alt líka snøgt.

- Her var nakað so ófantaligt. Stórur jarðarmunur og næstan ógjørligt at koma til húsini. Konan Marjun júkaði, at eg mátti fara í gongd. Hon segði, at allir menn arbeiddu uttan um húsini, og tað var stór skomm, at eg bara sat inni og las, sigur Dan.

Hetta vildi hann ikki hava sitandi á sær, men hugurin var alt annað enn góður tá.

- Eg hevði ikki eyga fyri tí, og alt sá bara so meiningsleyst út.

Hann byrjaði í einum horni, og so skjótt sum hann hevði fylt eitt petti upp, plantaði hann í tað.

- Tá ið eg so sá, at tað riggaði, var eg spentur eftir at fáa meira at planta í, og soleiðis gleið arbeiðið fram, sigur Dan, sum fór undir arbeiðið í 1984.

Nú er hann fegin um, at Marjun gav honum sparkið at fara útum. Hon luttekur eisini í arbeiðinum, men hann hevur størri áhuga fyri plantum enn hon.


Drúgt

Eina ferð mundi hann mist mótið. Ein maður kom fram við og segði, at tað fór at taka minst 12 ár at fáa ein líkinda urtagarð. Hetta helt tó ikki, tí eftir átta árum var longu vakurt uttan um húsini.

Dan vaks upp í húsum við urtagarði, sum mamma hansara helt einsamøll. Tá hevði hann ikki áhuga fyri plantum, men okkurt man mamman kortini hava lagt í børnini, tí flestu teirra hava urtagarð í dag.

So hvørt sum hann hevði planerað eitt petti, fekk hann plantur frá mammuni. So kom hugurin at keypa fleiri plantur, og hann setti seg at lesa um plantur, og um hvar hvør planta hóskaði best, alt í mun til sólargang, lívd og mold.


Nógvar steinplantur

Vestan fyri húsini eru nógvir stórir steinar, og allastaðni millum teir er plantað. Tað mesta grótið er frá einum kráarlagi hjá verfaðirinum á Kambsdali. Í hesum partinum av urtagarðinum eru fleiri sløg av steinplantum, ymisk steinbrot, og einastaðni hevur hann til stuttleikar sett eina kaktusplantu. Hann fekk at vita, at plantan toldi frost, so hví ikki royna.

Annars er Dan ikki millum teirra, sum draga avleggar heim úr útlondum. Allar hansara plantur eru úr gomlum urtagarðum, plantur hann hevur fingið ella keypt.

Í garðinum eru tún av brotsflísum. Túnið legði hann fyri fleiri árum síðan, keypti litað sement, stoypti stórar flatur og breyt tær so sundur.


Fjølbroytni

Hinumegin húsini er eitt stórt blómubeð við alskyns staudum.

Ein lítil hylur er við gullfiskum í. Hann hevur gjørt eitt springvatn og lagt ljós út í glaskúlur, sum flóta í hylinum.

- Ljósið riggar ómetaliga væl um kvøldið, sigur hann.

Beint oman fyri hylin tendur ein stór whisky-tunna. Tunnuna keypti hann í einum handli í Havn til sankutøð. Gras, greinastubbar og ókrút fer í hesa tunnuna, og tá ið eitt ár er farið, hevur hann frálíka góða mold.

Tann nógvi vøksturin í urtagarðinum dregur fugl til. Eitt kvørveggjupar hevur reiður í plantingini upp eftir bilhúsinum. Steggin er so spakur, at hann fer ikki undan hondini hjá Dan. Nú er Dan bara bangin fyri, at ketturnar kunnu fara svstað við tí spaka steggjanum.


Positivt at herma

Dan fegnast um vaksandi áhugan fyri at hava urtagarð.

- Áhugin er vaksin ógvuliga nógv seinastu árini, eg vil siga, at hann er eksploderaður.

Fyrr gingu ofta nógv ár, frá tí, at eini hús komu upp, til eigararnir fóru at hugsa um urtagarð. Summi fingu tað ongantíð í lag.

- Nú hugsa heilt nógv fólk beinanvegin um at gera uttan um húsini.

Tað vísir seg eisini, at fer onkur í grannalagnum undir at gera sær urtagarð, fara hini í grannalagnum eisini at gera sær urtagarð.

Dan tosar um, hvussu gott hann hevur tað, tá ið hann skavar í moldini uttan um húsini. Hann nýtur at eygleiða, hvussu væl alt veksur. Og so alt tað vakra. Hann hevur einki ímoti at vísa sín prýðiliga urtgarð fram.

- Tað er lítil meining í at hava málningar eftir Ingálv av Reyni, krystall og annað fínt inni, tá alt liggur sum eitt runudíki uttanfyri. Tað, sum er úti, síggja fleiri fólk.

Dan hevur sett nakað av føroyskum plantum niður, men fleiri teirra breiða seg í so nógv, tá tær koma í dyrkaða mold.

- Eg ávari ímóti eitt nú bátsmanshatti, reyðakkuleygu, skøru og akurstisli, men bjargablóma og makja eru góðar plantur at hava í urtagarðinum, og blákollur er sum ein stauda, sigur Dan.

Tað eru nógv ár síðan, at Fuglafjørður varð vetrarfriðaður, og tað er fyrsta treytin fyri at kunna hava urtagarð. Við vetrarfriðingini slepst eisini frá at gyrða seg inni við hegni ella rimaverki.


Ongantíð liðugur

Hóast planturnar í urtagarðinum eru nógvir, heldur Dan fram við at taka ímóti plantum og keypa nýggjar.

- Eg fari ikki fram við einum handli, sum selur plantur, uttan at fara inn at vita, um ikki okkurt nýtt er, sigur Dan.

Hann hevur sera gott samstarv við Kristinu Ellingsgaard á Kambsdali. Tey hava samstarvað um plantur i fleiri ár, hava býtt um plantur, og tá ið annað teirra rennir seg fram á onkra sjáldsama plantu, keypa tey til hin partin eisini.

Eftir at Dan veruliga hevði fingið áhuga fyri plantum, tók hann stig til at stovna Fuglafjarðar Urtgarðsfelag. Á fyrsta fundinum møttu 30 fólk, og fleiri eru komin upp í felagið síðan.

Felagið hevur ein umbýtingardag á hvørjum ári, og hetta hevur nógv at siga serliga fyri nýbyrjararnar, tí plantur kosta nógv at keypa.

Tey hava verið útferðir og hugt eftir urtagørðum. Eina ferð vóru tey í Klaksvík, har gartnarin Hans Hjalti Skaale vísti teimum runt úti í Grøv. Tey hava somuleiðis vitjað Gróðursstøðina í Havn og fingu tá góða frágreiðing frá Tróndi Leivsson.

Dan rósar Fuglafjarðar kommunu fyri kappingina um vakrasta urtagarð, tí tann kappingin eggjar veruliga fólki til at prýða uttan um húsini. Onkuntíð hevur kommunan eisini býtt út plantupakkar.

- Ein urtagarður verður ongantíð liðugur, tí vit broyta altíð okkurt. Men tað er ikki nøkur byrða at hava urtagarð. Hugurin hjá mær at fara útum er altíð góður. Hetta er ein deilig árstíð, og urtagarðurin er so góður fyri sinnið, sigur Dan, sum altíð hevur onkrar nýggjr ætlanir.

Næst á skránni verður helst ein terassa og kanska eisini ein pavillion.