Urtagarðsrøkt á Svangaskarði

Í kvøld klokkan 19.30 skipar Tofta Kvinnufelag fyri fundi á Svangaskarði, har ungi toftamaðurin, Haraldur S. Hansen, fer at greiða frá um urtagarðsrøkt - Nú tað byrjar at grógva og spíra, eru tað fleiri sum hugsa, at bara eg visti eitt sindur um urtagarðsrøkt ? so hevði eg kanska farið í gongd.

Tofta Kvinnufelag heldur, at soleiðis hugsa fleiri, og tí fer felagið í kvøld at geva fólki møguleika at fáa eina kunning um urtagarðsrøkt og urtagarðsamboð.

Á fundinum á Svangaskarði, sum er almennur, verður eisini kaffi og burturluting, og fyritøkan Borg fer at sýna fram ymisk urtagarðsamboð.

Haraldur S. Hansen hevur stóran áhuga fyri urtagørðum og hevur sjálvur sítt egna lítla vakstrarhús.

Fundurin á Svangaskarði, sum Tofta Kvinnufelag skipar fyri, byrjar klokkan 19.30.