Nú várið er komið, eru fólk flestu staðni so smátt farin at hugsa um urtagarðarnar. Ofta eru tó ymiskir spurningar, sum stinga seg upp, tá arbeiðið í hesum skal leggjast til rættis, og nakrir av hesum kunnu svarast, tá skipað verður fyri urtagarðskvøldi á Gøtu bókasavni.
Hóskvøldið klokkan 19 fer Michael JAcobæus at hava forvitnisligan fyrilestur um urtagarðin í Føroyum. Fyrireiking, plantuúrval og ikki minst føroyska veðurlagið, sum viðhvørt kann arga urtagarðsfólkið, eru millum evnini, sum verða viðgjørd.
Í tíðindaskrivinum leggur bókasavnið samstundis dent á, at hópin av bókum finnast um evnið. Í sambandi við fyrilesturin er ein bókaframsýning sett upp, soleiðis at tey vitjandi eisini kunnu nýta høvi til at fáa fatur á viðkomandi lesnaði.