Enn er einki avgjørt og enn er einki víst í kapprenningini um fýra tey bestu 3. plássini í EM-undankappingini í manshondbólti.
Men tað kemst ikki uttanum, at tríggir EM-undankappingardystir eru spældir í dag og í kvøld hvørs úrslit fóru okkara veg.
Í bólki 3 tapti trýarin, Estland tepurt 30-32 (14-18) fyri Kekkia. Estland hevur einki stig móti nummar eitt og tvey í bólkinum, Kekkia og Íslandi.
Estland spælir móti Íslandi í Reykjavík sunnudagin klokkan 17, har Ísland er stórur favorittur at vinna.
Í bólki 8 tapti trýarin, Italia tepurt 29-31 (15-13) fyri Pólandi, ið ikki kom framum fyrrenn heilt móti endanum av dystinum. Italia hevur einki stig móti nummar eitt og tvey í bólkinum, Pólandi og Fraklandi.
Italia spælir á útivølli móti Fraklandi sunnudagin klokkan 17. Frakland hevur vunnið bólkin, og júst har liggur ein vandi, tí av røttum er Frakland stórur favorittur móti Italia.
Í bólki 5 tapti Finnland tepurt 29-30 (17-14) fyri Serbia. Finnland var á odda 29-25, men tveitti alt burtur seinastu løtuna. Finnland og Slovakia hava bæði tvey stig, og hvørgin av teimum hevur fingið stig móti nummar eitt og tvey í bólkinum, Noregi og Serbia.
Finnland spælir á útivølli móti Noregi, ið verður stórur favorittur á heimavølli. Slovakia spælir á útivølli móti Serbia, ið vanliga er eitt sera sterkt lið á heimavølli.
So millum trýararnar í skrivandi stund eru tað bara Grikkaland og Føroyar, ið hava fingið stig móti eittara ella tveyara í sínum bólki.
Vit hava fingið tvey stig móti Rumenia, og Grikkaland hevur í bólki 5 fingið tvey stig móti Niðurlondum.
Í kvøld møtast Bosnia og Montenegro í bólki 7. Tey hava bæði fýra stig. Slovenia hevur átta stig og Kosovo hevur einki stig. Kosovo og Slovenia spæla eisini í kvøld.
Men einki er avgjørt enn, men fyribils kunnu vit staðfesta, at tapini hjá Finnlandi, Italia og Estlandi gjørdu avgjørt ikki okkara søk nakran skaða, tvørturímóti.