Úrslitið er ikki nøktandi, men kortini eru vit nøgd við árið, sum fór. Tað sigur Janus Thomsen, stjóri í tryggingarfelagnum, Trygd.
Í fjør hevði Trygd 5,8 milliónur krónur í avlopi fyri skatt, aftur ímóti 23,0 milliónum í 2012. - Eftir skatt var úrslitið í fjør 4,7 milliónir krónur og tað var 19,0 milliónir krónur í 2012.
Árið í fjør hevur verið eitt heldur serligt ár fyri Trygd, sigur stjórin. Hann vísir á, at nógvir skaðar hava verið, helst av stormunum í desember, men felagið hevur eisini havt aðrar stórar skaðar í fjør.
- Hinvegin hava vit megnað at vinna størri marknaðarpart á vinnuliga, og serliga á privata marknaðinum, sigur stjórin.
Í fjør fekk Trygd 3.392 skaðafráboðanir, aftur ímóti 2.872 fráboðanum í 2012. Sostatt hækkaðu endurgjøldini úr 40,2 milliónum krónum í 2012, upp í 59,6 milliónur krónur í 2013.
Annars fekk Trygd minni inntøkur frá tryggingargjøldum. Inntøkurnar lækkaðu úr 87,7 milliónum krónum í 2012, niður í 84,3 milliónir krónur í 2013 og orsøkin til tað er serliga, at tryggingargjøldini á summum privatum tryggingum lækkaðu 20 prosent í fjør.
Eginognin hjá Trygd er nú 92,6 milliónir krónur og aðalfundurin hevur samtykt at útlutað 17 milliónir krónur til móðurfelagið, BankNordik.
Í nevndini í Trygd sita Janus Petersen, sum er formaður, Jens Erik Christensen, Jesper Rasmussen, Christian Andreasen og Tummas Hanus Dam.
|