Uros er aftur í Eysturoy

Fyri løtu síðani heilsaði serbiski álopsspælarin fyri fyrstu ferð upp á nýggju liðfelagarnar

Teir vistu einki, tá ið teir í kvøld hittust at venja. Fyrsti partur av venjingini var stuttur fundur við videobroti, nú teir fyrireika seg til um vikuskiftið aftur at spæla í landskappingini. Og tá var tað, at Uros Stojanov trein inn á fundin og heilsaði upp á nýggju liðfelagarnar.

 

Tað er Skála Ítróttarfelag, sum hevur gjørt avtalu við B36 um, at álopsspælarin nú skal umboða Skála.

 

-Vit hava í fleiri dystum higartil í ár spælt okkum til góðar málmøguleikar, men stóri trupulleikin hevur verið, at vit hava havt so ilt við at skora mál. Tí hava vit kannað møguleikan at fáa styrk til álopið, og nú hava vit samskift við B36 um møguleikan at fáa Uros at umboða okkum, og vit eru fegnir um, at tað seinnapartin í dag eyndaðist at fáa avtaluna í lag, sigur formaðurin í Skála Ítróttarfelag Ingi Hansen.

 

Uros Stojanov flutti síðsta summar úr ÍF og Fuglafirði og til Havnar og B36. Í Fuglafirði var Uros rættur málrevur, sum í 2020 skoraði 17 mál og inntil síðsta summar skoraði 7 mál. Í B36 hevur tað ikki ligið væl fyri við málskjótingini. Í fjør skoraði hann 3 mál í 10 dystum, og í ár hevur hann í 12 dystum skorað fýra mál.

 

-Tað hevur ikki riggað hjá Uros og okkum soleiðis, sum vit høvdu vónað, og nú eru vit fegnir um, at Uros á Skála fær møguleikan so at siga byrja av nýggjum, og vit ynskja honum alt tað besta, sigur B36 formaðurin Jákup Mørk.

 

Uros Stojanov biður bæði B36 og Havnini farvæl, tí nú flytur hann inn á Strendur at búgva. Hann verður í hópinum hjá Skála, sum sunnudagin fer at spæla á heimavølli ímóti B68.