Urin-tema á jólatrænum

Vanliga lýsa jólatrø upp, har tey eru, men her er talan um træ, ið er upplýsandi.

Tað er kanska heldur sjáldsamt at síggja eitt jólatræ, ið ikki er prýtt við vanligum jólaprýði, so sum vit kenna tað.

 

 

At træið so er prýtt soleiðis, at land, ella urin, er felagsnevnarin, er kanska ikki sæð áður.

 

 

Men á Heilsumiðstøðini í Vági er eitt slíkt at síggja í bíðihøllini hjá læknunum. Har eru gløs hongd á, ið fólk vanliga kenna, um tey hava latið land, ið síðani skal kannast. Eisini eru ymiskir upplýsandi seðlar, har ymiskt upplýsandi stendur á viðvíkjandi landi og landroyndum.

 

 

Ovast á trænum - á stjørnuplássinum, verður á rundum skelti upplýst um, at her er talan um eitt træ, har urin er tema.

 

 

Vanliga lýsa jólatrø upp, har tey eru, men her er talan um træ, ið er upplýsandi.

 

 

Tað eru starvsfólkini á miðstøðini, ið hava fingið hugskotið, og roynt tað í verki, og tey siga, at fólk eru ymisk á máli um, hvussu jólaligt træið er, men at flest øll hava tikið væl ímóti hesum upplýsandi átakinum.