##med2##
Í 2017 vóru Føroyar og Týskland í bólki saman í HM-endaspælinum fyri U21-landslið. Liðini leiktu bólkadystin 21. juli.
Týskland vann 29-21 á Føroyum, men leingi í dystinum vóru Føroyar væl við, og vóru Føroyar á odda 12-9 í steðginum. Seinasta korterið var Týskland tó greitt omaná.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra ein samandrátt av minniligu frásøgnini hjá Tróndi Arge, frásøgumanni og Pola Hansen, viðmerkjara á gamla Rás2.
##med3##