Úr at gera av fullum fólki í Steinatúni

Løgreglan handtók í gjár tvey fólk í Steinatúni í Havn fyri at vísa harðligan atburð

Løgreglan hevur úr at gera av ávirkaðum fólki, sum halda til við bussskýlini í Steinatúni í Havn. Í gjár varð løgreglan boðsend tvær ferðir, og báðu ferðina førdi tað til handtøkur. Tað var klokkan 13:30 og klokkan 17:30.

Vaktleiðarin á politistøðin í Havn greiðir frá, at tað eru somu fólkini, tað snýr seg um, og at teir persónar soleiðis fingu bót fyri brot á skilhaldsreglarnar, tí tey vístu harðligan atburð. Bótin er 3.000 krónur.

Vaktleiðarin sigur, at fólk kenna seg ótrygg av teimum, og tað ofta eru trupulleikar, tey hava innanhýsis, sum førir til harðligan atburð.

– Vit hava ikki annan møguleika enn at handtaka tey fyri at fáa tey burtur – og geva teimum bót. Vit hava ikki manning at mansuppdekka tey, sigur vaktleiðarin.

– Men so eru tey aftur, sigur hann.

Spurdur hvussu tað gongur at fáa tey at rinda bøturnar, sigur vaktleiðarin, at tað gongur ill, og at ofta verður tað til avsonining í staðin, at tey mugu inn at sita fyri at fáa avgreitt bøturnar.

Persónur, fyrradagin varð tikin á flogvøllinum fyri at smugla hassj innvortis, er nú leyslatin aftur. Í gjár varð bíða, til hann hevði verið á wc, og til rúsevnið var komið afturaftur. Og tað kom tað so. Talan var um umleið 50 gram av hassji.

– Tað verður mett at vera til egna nýtslu, og tað fekk viðkomandi 7.000 krónur í bót fyri, sigur vaktleiðarin á politstøðini.