Úr 14 upp í 28 fólk á Krás

Nú flettingin á sláturvirkinum hjá P/F Krás í Hósvík er byrjað, eru tvífalt so nógv fólk til arbeiðis sum vanligt.

Nú flettingin á sláturvirkinum hjá P/F Krás í Hósvík er byrjað, eru tvífalt so nógv fólk til arbeiðis sum vanligt.

 

Alberg Gaardlykke, leiðari á Krás, sigur, at tað skal eitt veruligt tak takast, hvørja ferð flettingin hjá Krás nærkast.

 

- Vit eru vanliga 14 fólk til arbeiðis á matvøruvirkinum, men tá flettingin er fyri, eru vit tað tvífalda. Vit skulu tí út at finna fólk til fletting.

 

Hann vísir á, at nøkur, sum dagliga eru í framleiðsluni, fara eisini at fletta, og tí skulu fólk eisini finnast til framleiðsluna.

 

Leiðarin sigur, at nú er alt komið upp á pláss, og á sláturvirkinum byrjaðu tey at fletta í morgun, tí tey fingu fyrstu gonguna longu í gjár.

 

- Tað, sum vit eru mest errin av í dag, er, at vit nú fáa nakað burtur  úr at kalla øllum í lombunum. Vit selja eitt nú hjørtu, livur og nýru - og so fáa vit eisini nakað av blóði til høldar, soleiðis at vit eisini kunnu gera og selja blóðpylsu.

 

Leiðarin sigur, at eftirspurningur er eftir øllum hesum er rættiliga stórur, eins og eftirspurningur eisini var stórur eftir blóðpylsuni hjá Krás í fjør, bæði innan handilsvinnuna, men eisini kring um á eldrabýlum.

 

- Í ár fara vit so eisini at reinsa garnmørðar og fara at gera garnatálg. Vit gjørdu eina væleydnaða roynd við hesum í fjør, og vit fara aftur at virka garnatálg í ár, sigur Alberg Gaardlykke.